Hjálparvenjarin: ÍF tordi ikki at spæla íkvøld

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Fokusið hjá ÍF verður nú, at halda EB/Streym, AB og FC Suðuroy aftanfyri seg í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við hjálparvenjaran hjá ÍF, Poul Ennigarð, aftaná 1-5 tapið hjá ÍF ímóti NSÍ við Løkin í Runavík fyrr í kvøld.

 

Poul harmast vánaliga avrikið, og ásannar, at leikararnir hjá ÍF tordu ikki at spæla fótbólt í kvøld. Poul staðfestir, at nú er málsetningurin hjá ÍF at halda EB/Streym, AB og FC Suðuroy aftanfyri seg í effodeildini, og so má byggjast upp av nýggjum til komandi kappingarár.