Hjulmand brúkar nógv nýtt fólk

Sammett við ímóti Skotlandi eru níggju nýggir spælarar á danska liðnum í kvøld

Tað er eitt heilt annað danskt lið, sum í løtuni hitar upp á Tórsvølli, enn tað var mikukvøldið, tá ið Danmark í Parkini vann 2-0 ímóti Skotlandi og vísti sannførandi avrik.

 

Føroyar hava í fýra HM undankappingardystum vunnið fulla úrtøku við málmuninum 16 – 0. Tað er met, og Danmark verður roknað at vera stórfavorittur ímóti Føroyum, hóast venjarin Kasper Hjulmand hevur broytt liðið í níggju ódnum.

 

Einastu spælararnir, sum vóru millum teir fyrstu ellivu mikukvøldið og aftur eru millum teir fyrstu ellivu í kvøld, eru liðformaðurin og málverjin Kasper Schmeichel og miðverjin Andreas Christiansen úr Chelsea.

 

Danska liðið sær soleiðis út:

 

Kasper Schmeichel – Victor Nelsson, Christian Nørgaard, Andreas Christensen – Rasmus Nissen Kristensen, Mathias Jensen, Anders Christiansen, Jens Stryger Larsen – Mohamed Daramy, Jonas Wind