HM: Andrea Jacobsen verður ikki við Íslandi móti Føroyum

Skaði argar landsliðsleikaran av føroyskari ætt

Íslendski landsliðsleikarin av føroyskari ætt, Andrias Jacobsen verður ikki við, tá Føroyar og Ísland fara at spæla seinasta dystin í HM-millumbólki 2 í Westfalenhalle í Dortmund.

 

Andrea hevur verið við íslendska HM-hópinum í Stuttgart og Dortmund. Vónað var, at hon kundi yvirvinna skaðan hon hevur havt í økslini, men tað staðfest er nú, at hon verður ikki klár at tørna út fyri Ísland á hesum sinni.

 

Tað var stutt undan HM-endaspælinum, at Andrea meiddi økslina. Hon var heldur ikki við, tá Føroyar og Ísland spældu venjingardyst í høllini við Tjarnir fáar dagar undan HM-endaspælinum. 

 

Andrea spælir annars við Blomberg-Lippe í bestu týsku hondbóltsdeildini.