HM: Bleiv fjálturstungið í seinna hálvleiki men sigurin kom til høldar

Spania vann seinna hálvleik 21-13 aftaná eitt slakari føroyskt avrik í seinna hálvleiki, men føroyska U21-landsliðið vann dystin 34-31

Hákun West av Teigum gjørdist saman við Ísak Vedelsbøl toppskjútti við átta málum (Mynd: IHF)

Føroyska U21-manslandsliðið vann í Magdeburg 34-31 á sponsku EM-vinnarunum í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum. Føroyar vinna sostatt innleiðandi bólk D við seks stigum og taka tvey stig við sær í millumumfarið, har Brasil og Portugal vera mótstøðuliðini.

 

Føroyar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki, og spældu ein ófatuliga góðan hálvleik. Í steðginum vóru Føroyar á odda 21-10.

 

Í seinnu helvt av seinna hálvleiki spældu nervarnir inn. Føroyska liðið brendi illa, men lukkutíð diskaði Pauli Jacobsen upp við nøkrum týðandi bjargingum, og so eydnaðist tað at halda leiðsluna og harvið vinna tvey týðandi stig við sær til millumumfarið. Pauli Jacobsen hevði eitt bjargingarprosent upp á 40 prosent. Aleksandar Lacok kom eisini inn og bjargaði einum brotskasti. Spaniólar mansvardu eisini Elias Ellefsen á Skipagøtu stóran part av seinna hálvleiki. 

 

Pauli Jacobsen var væl uppiborið kosin at vera dagsins leikari. 

 

Óannsæð gongdina í seinna hálvleiki, so er talan um ein tann flottasta sigurin hjá nøkrum føroyskum hondbóltslandsliði nakrantíð. Spania er millum risarnar í hondbólti, og teir vóru flongdir í fyrra hálvleiki. Men sigast skal, at teir reistu seg í seinna hálvleiki, men tíbetur var tað ikki nóg mikið hjá teimum. 

 

Málskjúttar: Hákun West av Teigum 8/10, Ísak Vedelsbøl 8/11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/16, Rói Ellefsen á Skipagøtu 5/8, Pauli Mittún 3/3, Sveinur Olafsson 1/1, Bjarni í Selvindi 1/1, Pauli Høj 1/2

 

Spania : Gorka Nieto Marcos 6, Carlos Dominguez 6, Jan Gurri Aregay 6, Arnau Fernandez  3, Javier Rodriguez Moreno 2, Julen Mugica 2, Daniel Martinez Jimenez 2, Juan Carlos Sempere 2,  Artur Parera Ibanez 1, Marti Soler Biescas 1.

 

Føroyar spæla móti Brasil í Hannover, sunnudagin klokkan 17. Brasil tapti 19-27 (11-13) fyri Portugal. Mánadagin klokkan 14.45 spæla okkara menn móti Portugal. Tvey tey ovastu liðini í bólkinum koma víðari til fjórðingsfinalurnar. 

 

 

 

 

 

Hákun West av Teigum gjørdist saman við Ísak Vedelsbøl toppskjútti við átta málum (Mynd: IHF)