HM: Danmark er favorittur til finaluna í kvøld

Hóast Frakland spældi framúr væl í hálvfinaluni móti Svøríki hevur Danmark favorittleiklutin í kvøld

Frá OL-finaluni millum Frakland og Danmark í Tokyo 7. august í 2021

Frakland hevði færri trupuleikar av vertslandinum, Svøríki í sínari HM-hálvfinalu í Tele-2 høllini í Stokkhólmi enn Danmark hevði av Spania í sínari HM-hálvfinalu í Gdansk.

 

Hóast góða franska hálvfinalu-avrikið hava 16 veddingarfyritøkur Danmark sum favoritt til at vinna HM-finaluna í manshondbólti í Tele-2 høllini í Stokkhólmi í kvøld klokkan 20.

 

Oddsini upp á sigur til Danmark liggja millum 1,58 og 1,66.

 

Oddsini upp á sigur til Frakland liggja millum 2,75 og 3,24.

 

Talan er ikki um eina stóra favorittstøðu. Tað sum verður drigið fram hjá hondbóltsserfrøðingunum er, at Danmark er betri fyri við málverjum enn Frakland, og tað kann fara at vísa seg at gerast avgerandi.

 

Óannsæð, so er Frakland seinasta liðið nakar torir at avskriva í einari finalu. 

 

Svøríki og Spania spæla HM-bronsudyst klokkan 17, og har er púra opið hvør fer við sigrinum sambært veddingarfyritøkunum.

 

Gjøgnumsnitsoddsini upp á svenskan sigur eru 2,09, og gjøgnumsnitsoddsini upp á spanskan sigur eru 2,12. 

 

Frá OL-finaluni millum Frakland og Danmark í Tokyo 7. august í 2021