HM: Frakland og Pólland hava fullan pott

Frakland skoraði 47 mál í dag

 

Mynd: France Handball

Í innleiðandi HM-bólki F er tað greitt, at Frakland og Pólland hava vunnið seg víðari í millumumfarið. Hetta hóast eitt umfar er eftir at leika.

 

Frakland vann 47-21 (26-12) risasigur á Kina. 

 

Toppskjúttar hjá Fraklandi vóru Suzanne Wajoka við sjey málum, og Lucie Granier, Pauletta Foppa og Léna Grandveau við seks málum hvør.

 

Toppskjútti hjá Kina við seks málum var Xuedan Liu.

 

Í sama bólki vann Pólland 29-26 á Tunesia. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Toppskjútti hjá Póllandi við sjey málum var Magda Balsam. Toppskjútti hjá Tunesia við átta málum var Sondes Hachana.

 

Frakland og Pólland hava fýra stig hvør. Tunesia og Kina hava einki stig.

 

Bólkur F, ‘s-Hertogenbosch, Niðurlond:

 

28. november:

 

Pólland – Kina 36-20

 

Frakland – Tunesia 43-18

 

30. november:

 

Pólland – Tunesia 29-26

 

Kina – Frakland 21-47

 

2. desember:

 

Tunesia – Kina, kl. 17.30.

 

Frakland – Pólland, kl. 20.

 

Mynd: France Handball