Danir hava fyrireikað seg væl til hálvfinaluna í HM-manshondbólti ímóti Kroatia í kvøld. Men tað er eisini neyðugt. Tey bæði liðini møttust í teirri olympisku kappingini í London fyri einum hálvum ári síðani, og tá vundu kroatar burtur úr dønum og vunnu 32-21.
Danski venjarin, Ulrik Wilbek, og spælarar hansara ásanna, at tað kroatiska liðið er sera sterkt, og at tað hevur verið tað besta liðið í HM-kappingini. Ulrik Wilbek hevur sagt við danskar fjølmiðlar, at skal Danmark vinna, mugu danir finna upp á okkurt, sum kann koma óvart á kroatar. Hann sigur seg hava funnið okkurt vápn, men vil ikki avdúka, hvat tað er.
Kroatar munnu halda seg hava ein møguleika at vinna í kvøld. Eitt kroatiskt blað skrivar, at teirra Superman, Dumagoj Duvnjak, verður avgerandi í hálvfinaluni.
Í hinari hálvfinaluni í kvøld møtast vertslandið Spania og Slovenia. Spania kom í hálvfinaluna við at vinna á Týsklandi, og Slovenia vann sína fjórðingsfinalu ímóti Russlandi. Flestu viðmerkjarar vænta, at Spania fer at vinna í kvøld og verður annað liðið í finaluni sunnudagin.