HM: Her er leikskráin fyri bólk C (bólkurin hjá Íslandi)

Íslendingar eru í bólki saman við týsku vertunum

Ísland, ið Føroyar júst hava spælt venjingardyst ímóti í høllini við Tjarnir er í innleiðandi HM-bólki C, ið spælir sínar dystir í Stuttgart í Týsklandi.

 

Millum mótstøðuliðini hjá íslendingum eru týsku vertirnir, so fyrsti dysturin móti Týsklandi í morgin klokkan 17 verður ein rimmar uppliving.

 

Megna Føroyar minst eitt triðja pláss í HM-bólki D, so skulu okkara spæla millumspælsdystir í júst Stuttgart.

 

Leikskráin:

 

Bólkur C, Stuttgart, Týskland:

 

26. november:

Týskland – Ísland, kl. 17.

Serbia – Uruguay, kl. 19.30.

28. november:

Uruguay – Týskland, kl. 17.

Serbia – Ísland, kl. 19.30.

30. november:

Ísland – Uruguay, kl. 14.30.

Týskland – Serbia, kl. 17.