Líka síðani Quatar varð kosið sum vertsland fyri HM-endaspælinum í fótbólti í 2022 hevur verið tosað um, hvussu forsvarligt tað er at spæla um summarið, har hitastigini kunnu gerast øgilig.
Fleiri ferðir hevur verið sagt, at tað kemur ikki upp á tal at flyta kappingina úr summarmánaðunum, har hon altíð hevur verið, men nú verður talan kanska um broyting kortini.
FIFA váttar nú, at tey á komandi stjórnarfundi, sum verður fyrst í oktober mánaði, fara at tosa um møguleikan at flyta kappingina til vetrarmánaðirnar.
FIFA-forsetin, Sepp Blatter, hevur longu viðgingið, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni, sum sendi HM-endaspælið til Quatar, var beinleiðis ávirkað politiskt, og við Die Zeit hevur hann sagt, at tað kanska er eitt mistak, um kappingin verður spæld um summarið.
Blatter hevur eisini sagt, at FIFA hevur rætt til at flyta endaspælið, so spælt verður um veturin. Eisini hóast Olympisku vetrarleikirnir hava mótmælt hesum. Hinvegin hevur Blatter eisini staðfest, at endaspælið verður í Quatar, og at eitt nú Australia tí ikki skal gera sær stórvegis vónir um at gerast vertstjóð. Nakað sum tað annars hevur verið róð uppundir.