So stundar veruliga til stóra finaluna í HM Karaoke, sum í ár verður hildin í Vancouver, Kanada.
Føroyingar eru heilt væl umboðaðir, tá klaksvíksdaman Sofía Juel Rasmussen og havnamaðurin Dánial Gomez Guðjónsson fríggjadagin trína á pallin í Edgewater Casino. Við í ferðalagnum eru fimm føroyingar aftrat.
Í gjár kl 20 (03 um náttina føroysk tíð) var undanveitsla, har lutakast var um nær teir ymisku sangararnir skulu syngja.
Kappingin verður annars skipað soleiðis, at allir sangarar syngja tveir sangir í fyrstu rundu. Fyrsta rundan verður fríggjadag og leygardag kl 16 (23 føroysk tíð), og tá fer at vera møguligt at stroyma og fylgja beinleiðis við á leinkju, sum kemur út á
Føroyska ferðalagið og sangararnir eru sum heild øgiliga spentir og vónríkir.
- Eg hopi bara tað gongur gott, og at eg syngi, sum eg altíð plagi. So kann eg ikki gera meira, sigur Dánial.
Sofía er somuleiðis spent.
- Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, og eg gleði meg at sleppa á pallin at framføra. Hetta er ikki nakað eg eri von við, so eg eri ordiliga spent, sigur hon.