Klokkan 11.30 verður avgjørt hvør fer við Russlandi í hálvfinalurnar í HM. Avgerandi dystirnir eru:
Norra - Týskland (klokkan 11.30)
Svøríki - Montenegro (klokkan 11.30)
Dystirnir kunnu stroymast niðast í greinini.
Russland tryggjaði sær longu plássið í bólki 2 í gjár, og Niðurlond nærum tryggjaðu sær í morgun plássið í bólki 1 við 40-33 sigri á Suðurkorea.
Norra skal spæla ímóti Týsklandi, sum vísti stórspæl fyrstu dystirnar, men kom í trupulleikar tið tapi ímóti Serbia fyrradagin.
Støðan í bólki 1 er soleiðis háttað, at Niðurlond eru betri innanhýsis enn Norra og Týskland er betri innanhýsis enn Niðurlond.
Tað merkir, at bæði Týskland ella Norra taka fremsta plássið einum sigri, og Niðurlond fáa næstfremsta plássið.
Verður javnleikur og Serbia vinnur sær tvey stig ímóti Danmark (Serbia og Danmark spæla í løtuni), endar Norra nummar 1 og Niðurlond nummar 2, tí tey eru best innanhýsis ímóti Týsklandi og Serbia.
Fær Serbia ikki tvey stig ímóti Danmark, kunnu Niðurlond enda við svartaperi.
Tað hendir, Norra og Týskland spæla javnleik. Tá enda Týskland og Niðurlond á seks stigum, og Týskland er betri innanhýsis.
Í bólki 2 hevur Russland tryggjað seg við fullum stigatali, og annaðhvørt Spania ella svøríki spæla seg víðari á øðrum plássi.
Har er støðan einføld. Svøríki skal vinna á Montenegro fyri at røkka teimum sjey stigunum hjá Spania. Spania og Svøríki eru jøvn innanhýsis, eftir at tey spældu javnleik sunnudagin, so savnaði málmunurin er avgerandi. Har er Svøríki nú best fyri, eftir at Spania var fyri avsmurningi í morgun
Sí eisini:
HM: Russland hjálpti Svøríki við knúsandi sigri
Sí stroyming av avgerandi dystunum niðanfyri stigatalvurnar
Bólkur 1 | Tjóð | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Niðurlond | 5 | 17 | 6 |
2 | Norra | 4 | 15 | 6 |
3 | Týskland | 4 | 2 | 5 |
4 | Serbia | 4 | -12 | 4 |
5 | Danmark | 4 | -1 | 3 |
6 | Suðurkorea | 5 | -21 | 2 |
Bólkur 2 | Tjóð | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Russland | 6 | 44 | 10 |
2 | Spania | 6 | 8 | 7 |
3 | Svøríki | 4 | 12 | 5 |
4 | Montenegro | 4 | -3 | 4 |
5 | Japan | 4 | -24 | 0 |
6 | Rumenia | 4 | -25 | 0 |
Stroyming frá altjóða hondbóltssambandinum:
Norra - Týskland (klokkan 11.30)
<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" src="https://www.youtube.com/embed/zkhXPGXHJJ8"></iframe>
Svøríki - Montenegro (klokkan 11.30)
<iframe frameborder="0" height="315" width="560" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" src="https://www.youtube.com/embed/Dlmp5hi5eMA"></iframe>