HM: Spania knústi Turkaland í Konya

Finnland mátti lúta fyri Póllandi, og Týskland reisti seg aftur móti Norðurírlandi

Mynd: Ritzau Scanpix

Sunnudagin vóru HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa.

 

Í undanbólki A vann Slovakia annan sigurin á rað. Í kvøld gjørdist talan um tepran 1-0 útisigur á Luksemborg. Tomas Rigo skoraði sigursmálið stutt undan dystarenda. Í sama bólki reisti Týskland seg á heimavølli við 3-1 sigri á Norðurírlandi.

 

Aftaná øll liðini í bólki A hava leikt tveir dystir er Slovakia fremst við seks stigum. Týskland og Norðurírland hava trý stig hvør, meðan Luksemborg er aftast við ongum stigi.

 

Í undanbólki E knústi Spania Turkaland við einum 6-0 stórsigri á útivølli í Konya. Mikel Merino skoraði hattrick. Í sama bólki vann Georgia á heimavølli ein trivaligan 3-0 sigur á Bulgaria.

 

Aftaná ølli liðini í bólki E hava leikt tveir dystir er Spania fremst við seks stigum. Georgia og Turkaland hava trý stig hvør, og Bulgaria er aftast við ongum stigi.

 

Í undanbólki G høvdu Niðurlond tungt hoyggj við Litava á útivølli. Niðurlond vunnu ein tepran 3-2 sigur. Niðurlond løgdu seg á odda 2-0, men Litava megnaði at javna til 2-2, men Memphis Depay syrgdi fyri, at Niðurlond fingu øll trý stigini. Í sama bólki vann Pólland á heimavølli 3-1 á Finnlandi. 

 

Niðurlond eru fremst í bólkinum við 10 stigum fyri fýra dystir. Pólland er nummar tvey við 10 stigum fyri fimm dystir. Finnland hevur sjey stig fyri fimm dystir á triðja plássinum. Litava hevur trý stig, og Malta hevur tvey stig, bæði fyri fimm dystir. 

 

Í undanbólki G vann Belgia ein knúsandi 6-0 stórsigur á Kasakstan, har Kevin de Bruyne vísti stórform. Í sama bólki vann Norðurmakedonia eisini stórsigur. Á heimavølli vann Norðurmakedonia 5-0 á Liktinstein. 

 

Norðurmakedonia er fremst í bólkinum við 11 stigum fyri fimm dystir. Belgia er nummar tvey við 10 stigum fyri fýra dystir, og Wales er nummar trý við 10 stigum fyri fimm dystir. Kasakstan hevur trý stig, og Liktinstein hevur einki stig aftaná fimm leiktar dystir. 

 

Týskland-Norðurírland 3-1 (1-1)

1-0 Serge Gnabry ('7 )

1-1 Isaac Price ('34 )

2-1 Nadiem Amiri ('69 )

3-1 Florian Wirtz ('72 )

 

Luksemborg-Slovakia

0-1 Tomas Rigo ('90 )

 

Georgia-Bulgaria 3-0 (2-0)

1-0 Khvicha Kvaratskhelia ('30 )

2-0 Nika Gagnidze ('44 )

3-0 Georges Mikautadze ('65 )

 

Turkaland-Spania 0-6 (0-3)

0-1 Pedri ('6 )

0-2 Mikel Merino ('22 )

0-3 Mikel Merino ('45 )

0-4 Ferran Torres ('53 )

0-5 Mikel Merino ('57 )

0-6 Pedri ('62 )

 

Litava-Niðurlond 2-3 (2-2)

0-1 Memphis Depay ('11 )

0-2 Quinten Timber ('33 )

1-2 Gvidas Gineitis ('36 )

2-2 Edvinas Girdvainis ('43 )

2-3 Memphis Depay ('64 )

 

Pólland-Finnland 3-1 (2-0)

1-0 Matty Cash ('27 )

2-0 Robert Lewandowski ('45 )

3-0 Jakub Kaminski ('55 )

3-1 Benjamin Kallman ('88 )

 

Belgia-Kasakstan 6-0 (2-0)

1-0 Kevin De Bruyne ('42 )

2-0 Jeremy Doku ('44 )

3-0 Nicolas Raskin ('51 )

4-0 Jeremy Doku ('60 )

5-0 Kevin De Bruyne ('84 )

6-0 Thomas Meunier ('87 )

 

Norðurmakedonia-Liktinstein 5-0 (1-0)

1-0 Eljif Elmas ('15 )

2-0 Enis Bardhi ('52 )

3-0 Darko Churlinov ('56 )

4-0 Lirim Qamili ('82 )

5-0 Luka Stankovski ('90 )

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix