Vil hava greiðu á útskifting av starvsfólki á stovnum

Tingkvinna vil hava greiðu á útskifting av starvsfólkum á barnaverndarstovnum í Føroyum

Tað er Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur setti Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum ein grein 52a fyrispurning um málið.

Spurningarnir frá henni eru soljóðandi:

1. Hvussu stór hevur útskiftingin av starvsfólkum á barnaverndarstovnum undir Almannaverkinum verið seinastu 5 árini?

2. Hvussu nógv eru og hava verið í føstum starvi í mun til tímalønt, og hvørja útbúgving hava tey?

3. Hvussu ofta hava børn og ung, sum búgva ella hava búð á stovni, flutt addressu/r seinastu 5 árini?

4. Hevur landsstýrismaðurin havt skipað eftirlit við, at tey børn og ungu, sum samfelagið hevur umsorganaryvirtikið, hava nøktandi umstøður at trívast og mennast í?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Liljan Weihe á, at í nýggjastu frágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni fáa vit at vita, at 31 børn og ung búgva á barnavendarstovni. 28 av teimum eru á barnaverndarstovni í Føroyum, meðan 3 eru í Danmark. Hesin fyrispurningur snýr um tey børn og ungu, sum eru á stovni í Føroyum.

– Vit hava lítla og onga vitan um tær umstøður, vit bjóða børnum og ungum, sum eru sett heiman á stovn. Tað vit tó síggja er, at tað ofta eru lýsingar eftir starvsfólki til hesar stovnar. Tað ávirkar óivað gerandisdagin og trivnaðin hjá hesum børnum, at tey ofta skulu fyrihalda seg til nýggj starvsfólk. Harafturat hevur Løgtingsins umboðsmaður í 2023 víst á, at eftirlitið á barnaverndarøkinum als ikki er nøktandi, sigur Liljan Weihe.

– Fyri eini tíð síðani fingu vit innlit í eitt mál um ein tannáring, sum hevði flutt frá einum stovni til annan, og hetta hevði ógvuliga neiliga ávirkan á trivnaðin og menningina hjá honum.

– Samfelagið hevur eina heilt serliga skyldu í mun til tey børn og ungu, sum verða sett heiman. Umráðandi er tí, at neyvt verður fylgt við at barnaverndartænastur, barnaverndarstovan, fosturforeldur og barnaverndarstovnar liva upp til tær ásetingar og ta ábyrgd, so at børnini og tey ungu hava best hugsandi umstøður at trívast og

mennast í, sigur løgtingskvinna.

Landsstýrismaðurin hevur nú 14 dagar at svara spurningunum.