Ávara aftur um at Galaxy væntandi avlýsir

Í gjár sigldi Galaxy ikki allar ætlaðu túrarnar vegna veður, og tað sama ger seg væntandi galdandi í morgin.

 

Ikki tí at veðrið kann kallast ódnarveður, men avloysarin hjá Smyrli hevur sínar avmarkingar, og siglir ikki, tá aldan er meira enn eitt víst.

 

Á ssl.fo eru hesi boð at síggja í kvøld:

 

Vegna vána veðurforsøgn kann roknast við møguligum broytingum ella avlýsingum á leið 7 á fráferðunum kl. 14:00 av Krambatanga og kl. 17:30 av Havnini, mikudag 10. September.