Í Sosialinum fríggjadagin var samrøða við Rasmus Rasmussen, stjóra hjá IR Lastvognum, sum hevur ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu, um útbjóðingina, sum júst hevur verið til nýggjan sáttmála um ruskinnsavningina, sum kemur í gildi næsta ár.
Borgarstjórin í Havn er ikki í iva, tá tað kemur til spurningin, um vit skulu hava elbilar at sava rusk, ella um vit skulu hava dieselbilar.
– Sjálvandi skulu vit hava elbilar at savna ruskið inn í kommununi, tá nýggjur sáttmáli kemur í gildi um eitt ár, segði hon við Sosialin.
Rasmus Rasmussen, stjóri í IR Lastbilum, er ikki so fegin um tað. Hann heldur tað ikki vera rætt at profilera seg sum grønan, tá vit ikki eru tað.
– So leingi sum SEV brennir tungolju á Sundi, og so leingi sum tað er nógv størri CO2 útlát av at framleiða elbilar, so verður dieselbilurin minst líka grønur, sigur hann. Og fyri at styrkja sínar grundgevingar, hevur hann fingið Ben Arabo frá Sp/F Rubico at roknað upp á tølini – og tey tølini vísa, at Rasmus Rasmusen hevur grein í sínum máli.
Men Elsa Berg, borgarstjóri í Havn er als ikki samd.
Hon sigur millum annað við Sosialinum, at vit bara fæaa eina prísøking upp á 1,3 milliónir krónur upp á 12 ár, sum ikki er nógv, í mun til smádómar um, at tað skuldi kosta tvífalt so nógv at keypa elbilar, sigur Elsa Berg við Sosialin.
Her er Rasmus Rasmussen als ikki samdur. Hann vísir í dag á, at munurin er ikki 1,3 milliónir kronur.
– Men tað er el tilboðið hjá Landleiðini og IR Lastbilum – el-tilboð 13.598.124,00 kr – Diesel tilboð 11.459.068,00 kr = 2.138.056,00 kr.
– Og tað er ikki 1,3 milliónir krónur, sum Elsa Berg sigur, vísir Rasmus Rasmussen á.
Hann vísir eisini á, at borgarstjórin í nevndu samrøðu segði, at ein diesel bilur ikki heldur longri enn ein el bilur.
– Slikt tvætl havi eg ikki hoyrt fyrr ,men her er einki mark fyri, hvat tú kann siga fyri borgarunum.
– Ein motorur heldur lættliga í 20 ár. Hvar hevur Elsa Berg hattar frá, kom við tí frágreiðingini, sigur hann.
Og Rasmus Rasmussen spyr eisini, hvar skal gjalda, um Tórshavnar kommuna setur upp løðistøðir til bussarnar.
– Eg gangi út frá, at tað verður kommunan sjálv sum skal gjalda, so tað eigur eisini at verða tikið við í tilboðið, um rætt skal vera rætt, heldur hann.
Stjórin á lastbilafyritøkuni í Kollafirði sigur eisini, at tað ikki er diesel sum ger, at bilarnir larma eitt sindur.
– Tað er agregatið á bilinum, sum gera størsta partin av larminum, sum hoyrist frá bilunum. Tað er ikki motorurin, vísir hann á.
Rasmus Rasmussen spyr eisini, hvør skal gjalda, tá battaríini skulu burturbeinast, og hann trýr heldur ikki uppá, at Suðurstreymoy verður 100 prosent grønt orkuøki um tvey ár.
Tá ið freistin var farin at lata tilboð inn um ruskinsavningina í Tórshavnar kommunu næsta skeiðið, vóru trý standard tilboð komn inn, umframt tvey alternativ tilboð.
- Tilboðið frá Sp/f IR Lastbilum ljóðaði á 14.320.849 kr fyri el-bilar og alternativa tilboðið ljóðaði á 11.459.068 kr.
- Tilboðið frá Sp/f Landleiðini ljóðaði á 13.598.124 kr fyri el-bilar og alternativa tilboðið ljóðaði á 12.987.367 kr.
- Tilboðið frá P/F Barðið ljóðaði á 18.286.468 kr fyri el-bilar.
Tølini eru uttan mvg.
##med2##
##med3##