Roykur yvir katarska høvuðsstaðnum, Doha, har Ísrael hevur lopið á leiðsluna í Hamas. - Mynd: Ibrahim Abu Mustafa/Reuters

Ísrael leyp á Hamas-leiðarar í Katar

Katar fordømir lopið á toppfundin hjá Hamas í Doha sum eitt greitt brot á altjóða lóg, skrivar Reuters.

Roykur yvir katarska høvuðsstaðnum, Doha, har Ísrael hevur lopið á leiðsluna í Hamas. - Mynd: Ibrahim Abu Mustafa/Reuters

Ísrael hevur lopið á leiðarar í hernaðarligu palestinsku Hamas-rørsluni í katarska høvuðsstaðnum, Doha.

Hetta boða herurin og fregnartænastan Shin Bet frá, sambært netmiðlinum Times of Israel.

- Limirnir í leiðsluni, sum vórðu raktir, hava í áravís verið í fremstu røð í virkseminum hjá yvirgangsfelagsskapinum og bera beinleiðis ábyrgd av hópdrápinum 7. oktober og av at hava ført kríggj móti ríkinum Ísrael, sigur miðilin í eini fráboðan.

Tað er ikki greitt enn, um nakar er deyður ella hevur fingið skaða í álopinum.

Stjórnin í Katar fordømir "feigdarliga" álopið, sum hon lýsir sum eitt greitt brot á altjóðarætt.

Sambært Qatar raktu ísraelsku álopini eisini heim hjá leiðarum í Hamas.

Ein talsmaður fyri landsins uttanríkisráð skrivar á X.

- Staturin Katar fordømir harðliga ísraelska álopið, sum rakti sethús, har fleiri limir í politisku skrivstovuni hjá Hamas gistu, skrivar talsmaðurin, Majed al-Ansari.

- Hetta revsiálopið er eitt greitt brot á allar altjóða lógir og normar og er ein álvarslig hóttan móti trygdini og trygdini hjá bæði katarum og íbúgvum í Katar.

Ein ónevndur embætismaður sigur við ísraelskar miðlar, at álopið var millum annað móti leiðaranum hjá Hamas í Gazageiranum og høvuðssemingsmanninum, Khalil al-Hayya.

Ein kelda hjá Hamas sigur við al-Jazeera, at sendinevndin, sum hevur samráðst um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas í Gazageiranum, varð rakt av einum álopi, meðan tey hittust seinnapartin týsdagin.

Ísraelska sjónvarpsstøðin Channel 12 endurgevur ein ónevndan embætismann fyri at siga, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið Ísrael grønt ljós at fremja álopið í Katar.

Tað kom eingin viðmerking frá Trump ella Hvítu Húsunum.

Men amerikanska sendistovan í Katar hevur sent boð til amerikanskar borgarar um at halda seg innandura, skrivar tíðindastovan AFP.

Í Doha boðaðu eygnavitni frá fleiri spreingingum og royki, sum stóð upp yvir býin.

Álopið í dag hendir, eftir at leiðarin fyri ísraelsku herdeildini, Eyal Zamir generalur, ávaraði um, at Ísrael fór at leypa á leiðarar í Hamas uttanlands.

- Meginparturin av leiðsluni í Hamas er uttanlands, og vit røkka teimum har, segði hann, sambært tíðindastovuni AFP 31. august.

Ísraelski herurin segði týsdagin, at hann hevði roynt at avmarkað skaðan á sivilfólk undir álopinum, eitt nú við at brúka neyvleikavápn og fregnartænastur.

 

/Ritzau/

 

Roykur yvir katarska høvuðsstaðnum, Doha, har Ísrael hevur lopið á leiðsluna í Hamas. - Mynd: Ibrahim Abu Mustafa/Reuters