Gjógvin má minka – tí skulu vit samráðast í krónum heldur enn í prosentum

Tey lágløntu mugu fáa lutfalsliga meira í lønarposan, tá samráðast skal um løn aftur í heyst.

Løgmaður segði á ólavsøku, at landsstýrið ætlar at broyta samráðingarleistin, tá samráðast skal um løn. At tað í størri mun skal samráðast um krónur heldur enn um prosent

 

Hesum taki eg fult undir við. Tað er átrokandi við lønarsamráðingum í krónum heldur enn prosentum. So leingi lønarhækkingarnar verða latnar í prosentum økist lønargjógvin millum há- og láglønt støðugt.

 

Orsøkin er, at stóri munurin á vøkstrinum millum lægri og hægri inntøkur liggur í tøkupeninginum.

 

Inflasjónin ger, at keypiorkan hjá teimum við lægri inntøkunum sjáldan veksur, tá lønin hækkar - hinvegin kunnu tey við hægru lønunum ikki bara keypa meira, men eisini leggja pening til síðis.

 

Hetta ger, at gjógvin millum tey lægri løntu og tey við hægri lønum veksur, hvørjaferð nýggir sáttmálar verða gjørdir í prosentum.

 

Við at samráðast í krónum minkar gjógvin aftur.

 

 

 

Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin