Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann hevur tosað við bæði imirin og forsætisráðharran í Katar eftir ísraelska álopið í dag.
Málið hjá Ísrael við at leypa á bygningar í Doha í Katar í dag var at raka Hamas-leiðarar, sum liva í útlegd.
Donald Trump sigur, at hann hevur vissað leiðararnar í Katar um, at tað, sum hendi í dag, fer ikki at endurtaka seg.
- Tað verða ikki fleiri slík álop á tykkara jørð, sigur amerikanski forsetin, og her er vert at leggja aftrat, at USA hevur hernaðarstøð í Katar.
Forsetin sigur, at USA hevði fingið at vita um álopið, og hann hevði biðið serliga sendimannin, Steve Witkoff, sagt landsins leiðslu í Katar frá um álopið.
- Hann boðaði frá, men boðini komu ov seint, ásannar amerikanski forsetin.
Í Katar siga myndugleikarnir, at fráboðanin úr USA kom ikki, fyrr enn fyrstu brestirnir hoyrdust.
Donald Trump sigur eisini, at tað var ísraelski forsetin, Benjamin Netanyahu, sum hevði biðið um álopið - og ikki hann sjálvur.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.
Lesið eisini:
Trump:- Hetta er mín seinasta ávaring - https://www.in.fo/news-detail/trump-hetta-er-min-seinasta-avaring