Týskvøldið vóru aftur leiktir HM-undankappingardystir kring Evropa.
Í bólki D manglaði lítið í, at Ísland fekk stig móti Fraklandi á útivølli. Heilt móti dystarenda kolldømdi VAR málið hjá Andri Guðjohnsen, ið hevði givið íslendingum javnleik 2-2. Íslendskir miðlar eru ikki samdir við VAR-dóminum, ið segði, at Andri Guðjohnsen brúkti hondina. Frakland slapp við skrekkinum og vann 2-1. Í sama bólki leiktu Aserbadjan og Ukraina javnleik 1-1.
Aftaná tvey umfør hevur Frakland seks stig, og Ísland hevur trý stig. Ukraina og Aserbadjan hava eitt stig hvør.
10. oktober verður leikt soleiðis: Ísland-Ukraina og Frakland-Aserbadjan.
Í bólki F vann Portugal á útivølli ein tepran 3-2 sigur á Ungarn. Í sama bólki tapti Írland 1-2 fyri Armenia á útivølli. Nakað íslendski landsliðsvenjarin hjá Írlandi, Heimir Hallgrímsson fær nógvar ákoyringar fyri.
Portugal hevur seks stig, og Armenia hevur trý stig. Ungarn og Írland hava eitt stig hvør. Øll liðini hava leikt tveir dystir.
11. oktober verður leikt soleiðis: Portugal-Írland og Ungarn-Armenia
Í bólki H vann Eysturríki á útivølli 2-1 í odda dystinum móti Bosnia Hersogovina. Í sama bólki leiktu Kýpros og Rumenia javnleik 2-2. Rumenia var frammanfyri 2-0, tá 18 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Eysturríki hevur fult stigatal, 12 stig fyri fýra dystir, meðan Bosnia Hersogovina hevur 12 stig fyri fimm dystir. Rumenia hevur sjey stig, Kýpros hevur fýra stig, og San Marino hevur einki stig, øll fyri fimm leiktar dystir.
9. oktober verður leikt soleiðis Eysturríki-San Marino og Kýpros-Bosnia Hersogovina.
Í bólki I vann Noreg ein risasigur, 11-1 á Moldova. Erling Braut Haaland skoraði heili fimm mál. Thelo Aasgaard skoraði fýra mál. Tað var enntá so flott, at Noreg eisini skoraði málið hjá Moldova, tá teir gjørdu sjálvmál.
Noreg hevur fult stigatal, 15 stig fyri fimm dystir. Italia hevur níggju stig fyri fýra dystir, og Ísrael hevur níggju stig fyri fimm dystir. Estland hevur trý stig, og Moldova hevur einki stig, bæði aftaná fimm leiktar dystir.
11. oktober verður leikt soleiðis: Noreg-Ísrael og Estland-Italia.
Í bólki K helt Ongland fimta dystin á rað, tá teir á útivølli vunnu stórsigur 5-0 á Serbia. Í sama bólki vann Albania á heimavølli 1-0 á Serbia.
Ongland er greitt oddalið við 15 stigum fyri fimm dystir. Albania hevur átta stig fyri fimm dystir, og Serbia hevur sjey stig fyri fýra dystir. Lettland hevur fýra stig, og Andorra hevur einki stig, bæði fyri fimm leiktar dystir.
11. oktober verður leikt soleiðis: Serbia-Albania og Lettland-Andorra.
Frakland-Ísland 2-1 (1-1)
0-1 Andri Lucas Guðjohnsen ('21 )
1-1 Kylian Mbappe, br. ('45 )
2-1 Bradley Barcola ('62 )
Aserbadjan-Ukraina 1-1 (0-0)
0-1 Georgiy Sudakov ('51 )
1-1 Emin Mahmudov, br. ('72 )
Ungarn-Portugal 2-3 (1-1)
1-0 Barnabas Varga ('21 )
1-1 Bernardo Silva ('36 )
1-2 Cristiano Ronaldo, br. ('58 )
2-2 Barnabas Varga ('84 )
2-3 Joao Cancelo ('86 )
Armenia-Írland 2-1 (1-0)
1-0 Eduard Spertsyan, br. ('45 )
2-0 Grant-Leon Ranos ('51 )
2-1 Evan Ferguson ('57 )
Bosnia Hersogovina-Eysturríki 1-2 (0-0)
0-1 Marcel Sabitzer ('49 )
1-1 Edin Dzeko ('50 )
1-2 Konrad Laimer ('65 )
Kýpros-Rumenia 2-2 (1-2)
0-1 Denis Dragus ('2 )
0-2 Denis Dragus ('18 )
1-2 Loizos Loizou ('29 )
2-2 Charalampos Charalampous ('76 )
Noreg-Moldova 11-1 (5-0)
1-0 Felix Horn Myhre ('6 )
2-0 Erling Haaland ('11 )
3-0 Erling Haaland ('36 )
4-0 Erling Haaland ('43 )
5-0 Martin Ødegaard ('45 )
6-0 Erling Haaland ('52 )
7-0 Thelo Aasgaard ('67 )
7-1 sjálvmál ('74 )
8-1 Thelo Aasgaard ('76 )
9-1 Thelo Aasgaard, br. ('79 )
10-1 Erling Haaland ('83 )
11-1 Thelo Aasgaard ('90 )
Serbia-Ongland 0-5 (0-2)
0-1 Harry Kane ('33 )
0-2 Noni Madueke ('35 )
0-3 Ezri Konsa ('52 )
0-4 Marc Guehi ('75 )
0-5 Marcus Rashford ('90 )
Albania-Lettland
1-0 Kristjan Asllani, br. ('25 )