Kongressin kunn­ger føð­ing­ar­dags­kort til Epstein

Demokratarnir í amerikanska Umboðsmannatinginum hava í dag almannakunngjørt eitt føðingardagskort, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir øllum at døma gav tí nú deyða kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein í 2003.

The Wall Street Journal skrivaði fyrstu ferð í juli um eitt kort, sum Trump eftir øllum at døma gav Jeffrey Epstein í 2003. Hvítu Húsini avvísa, at talan er um undirskriftina hjá Trump á kortinum. - Mynd: Demokratarnir á húsaeftirlitinum/Reuters

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Tað var blaðið Wall Street Journal, sum fyrstu ferð umrøddi føðingardagskorti, sum Epstein skal hava fingið í sambandi við 50 ára føðingardagin í 2003.

Trump noktaði tá, at kortið var frá honum og lýsti søguna sum íspunna.

Beint eftir almannakunngeringina í gjár skrivaði varastjórin í Hvítu Húsunum, Taylor Budowich, á sosiala miðlinum X, at undirskriftin á kortinum ikki er tann hjá forsetanum.

/Ritzau/