Vinnuøkið í Hoyvíkshaganum tekur skap

ArtiCon rokast í Hoyvíkshaganum í hesum døgum við nýggja vinnuøkinum hjá Tórshavnar Kommunu, sum verður bygt við nýggja Havnarvegin

Tað gongur skjótt hjá ArtiCon at gera nýggja vinnuøkið, sum Tórshavnar kommuna nú letur byggja í Hoyvíkshaganum. Byggifelagið skrivar, at grovplaneringin er longu komin í helvt, leiðingsarbeiðið er byrjað, og betongarbeiðið fer eisini skjótt í gongd. 

Harumframt verða 1.100 metrar av vegi gjørdir.

Økið liggur á Ovara Hjalla, oman fyri brennistøðina, og er 130.000 m² til støddar. Tá ið tað er liðugt, verða 47 vinnugrundstykkir á økinum: 22 smá (300-900 m²) og 25 stór (2.000 og 10.000 m²). Harumframt verður eisini eitt stykki til eina koblingsstøð.

Talan er um heildararbeiðstøku, har ArtiCon er arbeiðstakari, og Landsbyggifelagið prosjekterar. 

Arbeiðið hevur sum heild gingið sera væl.

 

##med2##

##med3##

##med4##