Hetta hevur við sær, siga tey í Eiðis kommunu í dag, at næmingarnar í fimta, sætta og sjeynda flokki sleppa at velja seg inn á nøkur evni - í fimta og sætta eitur fakið ikki handaverk og list, men gagnlist og sjóvinna og hjá sjeynda eitur tað smíð, bygdamentan og handaligt.
Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag vísa tey á eina samrøðu, sum KvF hevði við Tom Joensen, skúlastjóri, har hann greiddi frá umskipanini.
- Her segði hann eitt nú, at alt byrjaði við einari royndarverkætlan fyri fýra árum síðan, tá skúlin fekk nakrar eykatímar at royna okkurt øðrvísi.
Víst verður á, at fyri tey í Eiðis skúla hevur tað týdning at læra næmingarnar um bygdamentan og at gera bygdamentanina sjónliga í skúlanum.
– Tað, sum tað snúði seg um hjá okkum, var at fáa sett orð á tað, sum vit í veruleikanum høvdu gjørt í langa tíð. Í skúlanum arbeiða vit út frá einum slagorði sum er: Skúlin í bygdini og bygdin í skúlanum.
- Skulu vit gera bygdina sjónliga í skúlanum, so krevur tað, at vit fara út í bygdina og taka nakað inn við okkum sum vit kunnu arbeiða við, sigur skúlastjórin, Tom Joensen.
Í Eiðis kommunu takka tey Eiðis skúla fyri teirra fyrimyndarliga arbeiði, bygdamentanini at frama.