Hans Jákup bjargaði brotssparki

Dávid Reynheim skoraði sigursmálið, tá ið Føroyar vunnu tepran sigur í Luksemborg

Tað gongur sum eftir ánni hjá føroyska U-21 landsliðnum í fótbólti. Í kvøld hava føroysku unglingarnir fyri aðru ferð í fáar dagar vunnið EM undankappingardyst á útivølli.

 

Heilt merkisvert er tað, at Føroyar hava vunnið allar tríggjar dystirnar í hesi EM undankappingini og harvið hava fulla úrtøku. Fyrsti sigurin var á heimavølli ímóti Estlandi. Tá var úrslitið 2-1.

 

Eftir 2-1 sigur í Íslandi vann føroyska liðið í kvøld 1-0 á útivølli í Luksemborg. Føroyskur málskjútti miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Dávid Reynheim, sum var fremsti maður. Uppleggið átti Heini Sørensen.

 

Átta minuttir undan leikloki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, men føroyski málverjin Hans Jákup Arngrímsson úr Víkingi bjargaði. Hann tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan og helt bóltinum.

 

Føroyski málverjin var sannur brandur millum stólparnar og spældi við størum sjálvsáliti.

 

Dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og síðstu løtuna var heimatrýstið stórt. Allir føroysku spælararnir vóru í verjustøðu, og tað eydnaðist at halda álopssinnaðu heimamonnunum frá at skora.

 

Heimaliðið hevði fimm hornaspørk, og Føroyar vunnu tvey hornaspørk. Heimaliðið hevði 19 royndir á og við síðuna av málinum, og Føroyar høvdu fýra royndir á og við síðuna av málinum.

 

 

 

Luksemborg – Føroyar 0-1 (0-1)

 

U-21 EM undankapping

 

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Hanus Højgaard, Ejvind R. Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup N. Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Mattias Hellisdal (Dávid B. Andreasen, 74.), Árni Nóa Atlason, Heini Sørensen, Áki D. Samuelsen – Dávid Reynheim (Tobias Hansen, 77.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Bjarti Thorleifsson, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Tokil Holm, Jógvan K. Gullfoss, Aron Reinert Hansen

 

Venjari: Ólavur Mikkelsen