Tórbjørn hevur málað Páll á Reynatúgvu

Ein málningur av Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformanni, skal nú hanga millum málningarnar av øðrum tingformonnum

Tað hevur verið siðvenja, at fráfarin løgtingsforfólk verða málað og hongd upp á veggin í hølunum hjá Løgtingsskrivstovuni á aðru hædd í gamla telefonbygninginum. har fundarhøli eru.

Á eini samkomu fyri innbodnum fer Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, umframt at siga nøkur orð, eisini at avdúka málningin. 

Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, ið hevur málað listaverkið av fyrrverandi løgtingsformanninum, Pálli av Reynatúgvu, sum verður tað sjeynda løgtingsforfólkið, ið verður málað og hongt upp á veggin í Løgtinginum. 

 

Skipanin er tann, at fyrrverandi tingformaðurin sjálvur velur málaran, og uppgávan verður avtalað millum verandi løgtingsformann, fyrrverandi tingformannin og listamálaran, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

 

##med3##

 

Tey, sum frammanundan eru avmyndaði eru: 

 

  • Marita Petersen (1994 – 1995)
  • Jógvan Ingvard Olsen (1995 – 1998)
  • Finnbogi Ísakson (1998 – 2002)
  • Edmund Joensen (2002 – 2008)
  • Hergeir Nielsen (2008 – 2011)
  • Jógvan á Lakjuni (2011 – 2015 og aftur í 2019 – 2022).

 

##med2##

 

Seinasti løgtingsformaður, ið varð málaður, var Jógvan á Lakjuni

Tað er Tórbjørn Olsen, sum hevur málað listarverkið av Pálli á Reynatúgvu