Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, hevur longu biðið um umbering fyri snyrils-málið, áðrenn kanningin var liðug. (Arkivmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Minst 4.070 grøn­lendsk­ar kvinn­ur fingu snyr­il upp­settan

Á tiltaki í Nuuk 24. september verður ein umbering í snyrils-málinum latin. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, luttekur.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, hevur longu biðið um umbering fyri snyrils-málið, áðrenn kanningin var liðug. (Arkivmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 4.070 grønlendskar kvinnur og gentur fingu snyril uppsettan við árslok 1970, vísir ein óheft kanning av snyrilsmálinum.

Tað sæst av kanningini, sum danska innanríkis og heilsumálaráðið legði fram týsdagin.

354 kvinnur hava latið sínar vitan inn til frágreiðingina.

Snyrilsmálið snýr seg um, at grønlendskar kvinnur og ungar gentur í 1960- og 1970-árunum fingu snyril uppsettan sum forðing undir sonevnda snyrils-átakinum.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, bað 27. august tær grønlendsku kvinnurnar og ungu genturnar um umbering, sum vóru fyri systematiskum mismuni í snyrils-málinum, meðan Danmark hevði ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi fram til 1992.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, hevur longu biðið um umbering fyri snyrils-málið, áðrenn kanningin var liðug. (Arkivmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix