Hini bæði liðini í innleiðandi HM-bólkinum hjá føroyska U21-landsliðnum, Japan og Spania spældu eisini dyst í dag.
Spania, ið vann EM í fjør vann stórsigur 43-28. Í steðginum var Spania á odda 22-16.
Ein greiður spanskur sigur, men Japan fekk so 28 mál, og tí mugu okkara menn helst til at skjóta væl av málum fyri at knógva kviku japanarunum komandi hósmorgun klokkan 10.
Naoki Fujisaka skoraði heili 10 mál fyri Japan, og verður helst ein leikari okkara menn skulu halda eitt gott eyga við.
Marti Soler Biescas gjørdist toppskjútti hjá Spania við níggju málum.
Spania og Føroyar hava tvey stig hvør í bólki D, meðan Angola og Japan hava fyrsta stigið til góðar.