Føroyska kvinnulandsliðið tapti 0-2 fyri Grikkalandi í Heraklion í tí fyrsta HM-undankappingardystinum í hesari undankappingini.
Longu í fyrsta minutti fekk føroyska liðið ein vátan vøtt í andlitið. Brotsspark var dømt móti Duritu Hummeland. Grikski áleyparin, Veatriki Sarri var sett at skjóta, og hon setti bóltin í netið til 1-0.
Sama Veatriki Sarri legði upp til seinna málið í 78. minutti, tá Sofia Kongouli tók av og dundraði bóltin í netið frá stuttari frástøðu.
Bert ein minutt undan 2-0 málinum hevði Sólja Ernstdóttir størsta føroyska málmøguleikan, men tíverri fór bólturin framvið málinum. So marginalarnir vóru ikki blíðir við føroysku kvinnurnar.
14. apríl hittast Føroyar og Grikkaland aftur á Tórsvølli. Eftir tað spæla Føroyar tveir dystir móti Georgia. Týsdagin vann Grikkaland á heimavølli 3-0 (1-0) á Georgia.
##med2##
Kelda: FSF













