Hóast trýst frá Trump varðveitir miðbankin rentuna

Sambært partabrævastjóra er avgerðin hjá Fed um at varðveita rentuna óbroytta sannlíkt ikki at verða væl móttikin av Trump.

Skeiðið hjá Jerome Powell sum leiðari í amerikanska miðbankanum gongur út í mai. - Mynd: Kevin Dietsch/Ritzau Scanpix

Amerikanski miðbankin (Fed) varðveitir rentuna óbroytta sum væntað.

Tað boðaði miðbankin frá eftir fyrsta peningapolitiska fundin í 2026 í tíðindaskrivi.

Fráboðanin kemur eftir at miðbankin hevur havt rentulækkingar tríggjar ferðir á rað.

Sambært Philip Jagd, sum er partabrævastjóri í danska Sampension, er avgerðin um ikki at lækka rentuna meira sannlíkt ikki at verða móttikin við gleði av amerikanska forsetanum, Donald Trump.

– Powell (miðbankastjórin, red.) er milt sagt ikki krithúsinum hjá forsetanum, sum nýtir eitthvørt høvi at leggja trýst á miðbankastjóran um at lækka rentuna, seinast umvegis eina absurda stevning frá løgmálaráðnum, sigur hann í skrivligari viðmerking.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur leingi víst á ynski um at koyra Powell úr starvinum sum stjóri í miðbankanum.

Fyrr í januar boðaði Powell frá, at Fed hevði fingið stevningar og hóttanir um revsiábyrgd.

Powell er ákærdur fyri at hava givið villleiðandi upplýsingar til kongressina undir hoyringum í kongressini í juni 2025, sum snúðu seg um umvæling av høvuðssætinum hjá Fed.

Tíðarskeiðið hjá Powell sum formaður í miðbankanum gongur út í mai, og Trump fer væntandi at útnevna avloysara sín í næstum.

Sambært Nataliu Setlak, høvuðsgreinara, er Rick Rieder millum fremstu favorittarnar til starvið, hóast hann ikki kann lýsast sum "maðurin hjá Trump".

Hon lýsir tað sum eitt val, sum hóast Trump finst at Powell, "ikki avbjóðar hugtakið um sjálvstøðu miðbankans".

Tó kann Stefan Miran. Hann varð tilnevndur til rentunevndina hjá Fed í fjør og er sambært Setlak fataður sum "ein meira politisk tilnevning".

– Trump hevur gjørt greitt, at hann vil hava meira ágangandi rentulækkingar og hevur fleiri ferðir framt beinleiðis álop á Powell, sigur hon í skrivligari viðmerking og leggur afturat:

- Tí hevur leingi verið ein undirliggjandi ótti fyri, at hann fer at brúka tilnevningina til at royna at fáa “sín mann” inn sum formann í Fed.

 

/Ritzau/

 

Skeiðið hjá Jerome Powell sum leiðari í amerikanska miðbankanum gongur út í mai. - Mynd: Kevin Dietsch/Ritzau Scanpix