Hóast útivøll er Skála ÍF favorittur móti EB/Streymi

Her eru oddsini upp á dystinum EB/Streymur-Skála ÍF

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18.30 byrjar dysturin í Meistaradeildini hjá monnum við Margáir í Streymnesi millum EB/Streym og Skála ÍF.

 

R3 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Tá liðini hittust undir Mýruhjalla 6. apríl vann EB/Streymur 2-1. Sundalagsmenn hava vunnið tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum móti skálamonnum.

 

EB/Streymur er nummar sjey í deildini við 12 stigum, meðan Skála ÍF er nummar níggju við 10 stigum. 

 

Hóast EB/Streymur er á heimavølli, er frammanfyri Skála ÍF á stigatalvuni, og vann á Skála ÍF 6. apríl, so hevur Skála ÍF favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin við Margáir.

 

Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 3,30 og 3,56.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,80. 

 

Oddsini upp á útisigur til Skála ÍF liggja millum 1,84 og 1,93. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd