Sólvá er nýggjur deildarstjóri

Almanna- og bústaðamálaráðið hevur sett Sólvá Dam í starv sum deildarstjóri fyri almanna- og bústaðadeildina, sum hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í ráðnum.

Sólvá Dam er 42 ára gomul og er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur harafturat útbúgving sum advokatur.

 

Sólvá hevur áður starvast sum advokatfulltrúi og advokatur hjá fyritøku í Keypmannahavn. Eftir hetta hevur hon starvast sum specialkonsulentur hjá Forsvarets Personalestyrelse og seinni sum chefkonsulentur og rættargangsfulltrúi hjá Ankestyrelsen. Síðani 2021 hevur Sólvá verið í starvi á Vinnustovninum sum deildarleiðari fyri Útlendingastovuna.

 

Sólvá Dam tekur við starvinum seinni í summar.