Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Í summar fara vit við húsbili til nakrar festivalar í Føroyum, og eisini ein túr til Danmarkar, sigur Jan Danielsen.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Ferðaplanirnir í ár eru ein túrur til Danmarkar í smáar tríggjar vikur. Síðan nakrir túrar við húsbili kring um í Føroyum.
Jan Danielsen sigur, at tey higartil í summar hava verið eitt vikuskifti á Sandi; tey vóru á Dansibandfestival í Vági, hildu hvítusunnu í Mikladali, vóru á Countryfestivali í Sørvági, og tey fara eisini á Norðfestivalin á Viðareiði.
- Tað kundi væl hent, at onkur túrur verður aftrat her heima í Føroyum, sigur hann.
Jan vísir á, at í summar fyllir hann seksti, og hann ætlar sær at halda ein stóran føðingardag.
- So, hetta kemur eisini at seta sín dám á okkara summar, leggur hann aftrat.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg havi verið á øllum oyggjum og øllum bygdum og býum í Føroyum, og eg havi enntá ligið nátt í Lítlu Dímun. Havi harumframt verið í Sumbiarhólmi, Mykineshólmi, Tindhólmi og í Stakkinum, sigur hann.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Tað hevur stóran tydning fyri meg, tí hetta er næstan ein fyritreyt fyri at fáa feriu.
Jan Danielsen vísir á, at hann er sjálvstøðugur vinnurekandi við einum av størstu bilverkstøðum í landinum, Dekkservice.
- Vit hava nógv at gera, og vit ganga sera høgt uppí góða kundatænastu. Av tí sama ringir mín telefon sera nógv og allar tíðir. So, skal eg kunna slappa av, so má eg út at ferðast, sigur hann brosandi.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Kvinnan við Føroya kendasta navni
https://www.in.fo/news-detail/fia-selma-hevur-verid-i-oellum-oyggjum-i-foeroyum











