Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Um summarið dámar okkum best at vera í Føroyum.
Tað sigur Fía Selma Nielsen.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Okkum dámar væl at gera dagstúrar, har vit leggja túrarnar eftir veðrinum.
Fía Selma Nielsen sigur, at um hálvan juli ætla tey sær til Mykinesar í nakrar dagar, og haraftrat ætla tey sær til Svínoyar og Skúvoyar.
- Bæði í Sandavági og í Vestmanna er ótrúliga deiligt um summarið, so tey góðu kvøldini verða vit nokk heima, leggur hon aftrat.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg havi verið í øllum oyggjum, og hini í húskinum mangla bara Lítlu Dímun. Haraftrat hava vit vitjað í øllum bygdum í Føroyum.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- At ferðast hevur ikki so stóran týdning fyri meg. Heldur er tað at vera saman við teimum, sum eg havi tað gott saman við og teimum, sum hava tað gott saman við mær, sigur Fía Selma Nielsen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Tað sigur mær einki at fara suðureftir
https://www.in.fo/news-detail/tad-sigur-maer-purasta-einki-at-fara-sudureftir












