Eitt ferðsluóhapp hendi í gjár við brúnna um Streymin. Tað var á vegamótinum, har avkoyringin er til Haldórsvíkar og Tjørnuvíkar, at ein bilur, sum kom norðanífrá, koyrdi út fyri ein buss, sum kom av brúnni um Streymin.
Bilurin fekk stóran skaða, men bilførarin slapp uttan mein.
Talan var um ein útlending í einum leigubili. Vanlig revsing er ein skuldseting um treytaleysa frádøming av koyrikortinum og ein bót. Vaktleiðarin sigur, at tað er óvist, hvussu tað verður í hesum føri, tí talan er um ein útlending, men tað verður í øllum førum ein bót, sigur vaktleiðarin.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.











