Ikki nøgd við teir 9 umsøkjarar til stjórastarvið

Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst. Setanarbólkurin var ikki nøgdur við teir 9 umsøkjararnar

Skúlablaðið skrivar, at starvið sum stjóri við Skúlan við Løgmannabreyt verður endurlýst.

 

Setanarbólkurin hevur á fundi hósdagin tikið avgerð um at endurlýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri at fáa fleiri skikkaðar umsóknir.

 

Skúlastjórastarvið í Skúlanum við Løgmannabreyt var herfyri lýst leyst, tí at Høgni Joensen, sum hevur verið stjóri síðani skúlin byrjaði í 2008, fer frá fyri aldur.

 

Tá ið umsóknarfreistin var úti mikudagin, vóru níggju umsóknir komnar. Setanarbólkurin hittist hósdagin. Tá var avgerð tikin um at endurlýsa starvið fyri at fáa fleiri skikkaðar umsóknir. Umsóknarfreistin hesa ferð er 26.juni.

 

Lesið eisini: Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt

 

Skrivað verður í lýsingini, at talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har skúlastjórin sleppur at mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar. 

 

Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.

 

Nýggi stjórin skal byrja 1.september.

 

Les meiri um starvið her