Sílið svam seg til sera sannførandi sigur

5-mannafør gentur 17-18 ár: Hóast Kollur eina løtu royndi at bjóða av, so var eingin ivi um, at havnargenturnar aftur áttu nógv tað bestu manningina

Á norðoyastevnu vóru tað fleiri enn 13 sekund frá Sílinum, sum vann og aftur til Koll, sum var næstfremstur.

 

Í dag vann Sílið aftur sera sannførandi sigur. Tað vóru sjey sekund frá Sílinum og aftur til Koll. Harvið var sigurin hjá gentunum í Havnar Róðrarfelag ikki so tryggur í dag, sum hann var fyri tveimum vikum síðani, men tað var eingin ivi um, at Sílið var tryggur vinnari, og tað skal nógv venda øðrvísi, enn tað gjørdi í dag, um Kollur skal taka Sílið.

 

Aftur í dag endaði Tekla hjá Klaksvíkar Róðrarfelag á triðja plássi. Á norðoyastevnu vóru tað 16.84 sekund frá Sílinum og aftur til Teklu, og í dag vóru tað 12.44 sekund frá Sílinum og aftur til Teklu.

 

1 Sílið (HR)05:28.04+00.007 
2 Kollur (KÍF)05:35.05+07.026 
3 Tekla (KRF)05:40.26+12.445 
4 Títlingur (HR)05:43.46+15.844 
5 Kellingin (ERF)05:44.07+16.063 
6 Spógvin (NSÍ)05:44.37+16.662
1 Sílið (HR)214 
2 Kollur (KÍF)212 
3 Tekla (KRF)210 
4 Kellingin (ERF)27 
5 Títlingur (HR)26 
6 Spógvin (NSÍ)25