Fyrsta pisan í 2026

Í morgun fekk ársins fyrsta pisa húgvuna á høvdið á Miðnámi í Suðuroynni.

Fyrsta pisan í Føroyum 2026 er á Miðnámi í Suðuroynni.

 

 Hon er júst klakt og eitur Bjørt Dam og gongur í 3x.

 

Hon hevur verið uppi í søgu í morgun, og fekk eftir hetta húgvuna á høvdið.

 

Sum siður er á staðnum, so vant hon Merkið á stong.

 

In.fo ynskir til lukku við próvnum.

 

Á ovaru myndini er Bjørt avmyndað saman við Maritu Gunnarstein, rektara á Miðnámi í Suðuroynni.

 

##med2##