Í ár verður eingin ólavsøka hjá mær

- Eg plagi at taka nógvar myndir, tá eg eri á ólavsøku, og tað er stuttligt, tá øll eru í so góðum lag og vilja vísa síni føroysku klæðir fram, sigur Jóanis Albert Nielsen 

 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Nei, í ár fari eg ikki á ólavsøku. Eg skal í brúdleyp í London fyrst í august og fari at ferðast í Danmark og Kroatia, áðrenn eg fari til London. So, ólavsøkan í ár verður hildin í Egense.

Soleiðis sigur Jóanis Albert Nielsen. 

Men, plagar tú at vera á ólavsøku? 

- Ja, eri eg heima, tá ólavsøka er, so eri eg sjálvandi á ólavsøku. 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- Nú plagi eg at taka nógvar myndir, tá eg eri á ólavsøku. Tað er stuttligt, at øll eru í so góðum lag og vilja vísa síni føroysku klæðir fram. 

Jóanis sigur, at hon dámar eisini væl at vera við til midnáttarsangin á ólavsøku. 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

Nei! 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Ólavsøkan í 2016 var serliga góð - saman við góðum vinmonnum og familju, sigur Jóanis Albert Nielsen.