Ólavsøkan í fjør var heilt serlig

- Tað besta við ólavsøkuni er, at vit standa saman sum fólk eina stund. Tað áttu vit at gjørt meira av, heldur Uni Arge, sum í fjør upplivdi, at eldra dóttirin setti ólavsøkuna 

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Ja!

 

Tað sigur Uni Arge bæði stutt og greitt. 

Plagar tú at vera á ólavsøku?  

- Ja, eg havi fingið tær flestu við, men tá eg spældi fótbólt í Íslandi árini 1998 til 2000, var eg ikki á ólavsøku trý ár á rað.  

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- At vit standa saman sum fólk eina stund. Tað áttu vit at gjørt meira av. Tað góða lagið á fólki er eisini altíð upplyftandi. 

Uni Arge sigur, at tað er einki, sum hann saknar við ólavsøkuni.

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Ólavsøkan í fjør var heilt serlig, tí eldra dóttir okkara, Turið, setti hana. At bæði Havnarbáturin og Ørvur vunnu, gjørdi ikki ólavsøkuna verri, sigur Uni Arge.