Løgreglan er liðug at kanna stóra eldin, sum var í einum sethúsum í Sørvági leygardagin. Tað var um middagsleitið, at fráboðan kom um, at eldur var í einum sethúsum.
Øll fólkini sluppu út, og eldurin breiddi seg skjótt. Tá sløkkiliðið kom á staðið 10 minuttir eftir fráboðanina, stóð eldurin út gjøgnum vindeyguni. Hini sløkkiliðini úr oynni, úr Vága kommunu og av flogvøllinum, komu eisini til hjálpar.
Vaktleiðarin á politistøðini segði við in.fo í morgun, at løgreglan er liðug at kanna eldin, men frágreiðingin og niðurstøðan eru ikki klár enn. Men hann kundi upplýsa, at mistanki er ikki um nakað illgrunasamt í sambandi við eldin.











