Tað var klokkan 12.20, at sløkkiliðið í Sørvági fekk boð um, at eldur var í einum húsum á Ovaravegi í Sørvági.
Eyðstein í Løðu, átaksleiðari hjá Sørvágs Sløkkiliði, segði við Kringvarpið, at fyrsti sløkkiliðsbilurin var á staðnum 10 minuttir eftir fráboðanina, og tá stóðu logarnir út gjøgnum vindeyguni. Konan, sum var í húsinum, saman við børnunum, komu út í øllum góðum.
Átaksleiðarin sigur, at húsini eru fullkomiliga oyðiløgd. Yvirtromin og miðhæddin eru útbrendar, og kjallarin er oyðilagdur av vatni.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur í morgun, at løgreglan nú fer at kanna húsini fyri at finna orsøkina til, hví eldur kom í húsini.
Hann sigur, at tað var øgiliga tætt millum húsini, og at onkur hús í grannalagnum hava fingið skaða.
Við Kringvarpið segði átaksleiðarin, at í onkrum av grannahúsunum brotnaðu rútar av hitanum, meðan okkurt er smeltað á øðrum grannahúsum.
Av tí at talan var um so stóran eld, so vóru boð eftir sløkkiliðnum hjá Vága kommunu og av flogvøllinum eisini, og klokkan 14 var tamarhald á støðuni, sigur hann.
Ferðslan framvið húsunum steðgaði eisini, so fólk, sum skuldu við Súluni út í Mykines klokkan 13.30, sluppu ikki eftir Niðaraveg við bili fram við húsunum. Tey máttu parkera við fótbóltsvøllin og síðani til gongu tann góða kilometurin vestur á kaiina, har Súlan bíðaði og fór eitt sindur seinkað út í Mykines.
Av tí at sløkkiliðið á flogvøllinum eisini varð boðsent, so ávirkaði tað eisini flogferðsluna. Báðir sløkkiliðsbilarnir hjá flogvøllinum komu til hjálpar, og tá tilbúgvingin ikki er tøk á flogvøllinum, so skal hann sambært reglunum steingjast. Tí fingu tey trý flogførini, sum vóru á veg til Føroya, boð um at tey máttu flúgva uppiyvir eina løtu, til tilbúgvingin var upp á pláss aftur.











