Tveir 38 ára gamlir menn í USA hava stevnt sjúkrahúsinum, har teir vórðu føddir, eftir at ein DNA-roynd avdúkaði, at teir vórðu umbýttir við føðingina.
Hetta skrivar ABC News.
Sannleikin kom fram, tá annar maðurin, sum er uppvaksin sum Kyle Bylin, fekk eina DNA-heimaroynd í jólagávu. Úrslitið vísti, at hann var í ætt við eina kvinnu, sum vísti seg at vera biologiska mostir hansara.
Tá ein systursonur hennara, Jeremy Morrison, eisini tók eina DNA-roynd, varð greitt, at menninir høvdu verið umbýttir á sjúkrahúsinum.
Báðir vórðu føddir 26. januar 1988 á Unity Medical Center í Grafton í North Dakota, og sambært stevningini vóru teir einastu børnini, sum vórðu fødd henda dagin.
Sjúkrahúsið sigur, at tað ikki kann prógvast, at starvsfólkini høvdu ábyrgd av umbýtingini, men avvísir ikki, at hon kann hava hent.
Familjurnar siga, at teimum er frátikið lívið, sum tær skuldu havt. Tær hava roynt at fáa eitt fíggjarligt semingsuppskot við sjúkrahúsið, men uttan úrslit.
Nú krevja tær endurgjald fyri kensluligan skaða og ósketni.











