Veðurstovan sigur, at tað verður lítið lot, fyrst av vestri og út á seinnapartin av norðri. Vindurin verður minni enn 6 metrar um sekundið, og tað merkir góð líkindi á festivaløkinum í Syðrugøtu.
Forsøgnin sigur, at tað verður klárt ella smáskýggjað stóran part av degnum. Tó kunnu mjørkaflókar ella tám vera í støðum.
Hitin verður 12 til 14 stig, men í summum økjum kann hann koma heilt upp á 18 stig.
Tíma fyri tíma sær veðrið serliga gott út. Fram til umleið klokkan 17 verður sól og hitin um 13 til 14 stig. Vindurin minkar samstundis niður í umleið 5 til 6 metrar um sekundið.
Út á kvøldið verður meira skýggjað, men framvegis turt. Hitin fellur spakuliga úr 12 stigum niður í umleið 9 stig á midnátt, samstundis sum vindurin verður veikari og veikari.
Sostatt eru útlitini góð fyri einum longum festivaldegi uttan regn. Tað einasta, festivalgestir kanska skulu hava í huga, er at taka eina troyggju ella jakka við, tí tað gerst nakað kaldari, tá kvøldið líður.
Fakta um veðrið í Gøtu í dag:
Sól stóran part av degnum
Einki regn í forsøgnini
13–14 stig seinnapartin
Lítið lot, 4–6 m/s
Umleið 9 stig á midnátt
Hetta sær út til at gerast av besta festivalveðri.











