Við støði í konseptinum at deila, share platters, royndu vit nýggju matstovuna Tubbak við síðuna av Kjöt á søguliga Áarvegnum upp at Hotel Hafnia og yvir av Amtmansgarðinum í góðveðrinum mitt í Havn í gjárkvøldið.
Hóast avrikið týðuliga er eitt úrslit av samstarvi hjá einum vælsamanspældum úrvalsliði - við Regitze av Tvøroyri, útlærd á Kong Hans, Joel Needlestone úr bretska høvuðsstaðnum, sum er sonur føroysku Marjun og býr í Kollafirði, Janus Einar, ið vit kenna sum gastronomiskan íverkseta á fleiri pallum og pólska køksleiðaranum, Karolinu - í oddinum, nú øll tosa um altjóða fótbólt, var tað Rebekka, sum við ættarbondum av Eiði, við okkara heimaborð yvir av gróðrarblettinum hjá Ríkisumboðnum, gjørdi løtuna ógloymandi, tí hon so væl dugdi at lesa okkum av, tað tíð, sum yrkislærd tænaraservice og vegleiðing tekur, tá um mat og vín ræður - fyri ikki um at tala, at lata okkum gera upp við Havnarsøgu, sum vit lesa um í krígssøgubókum, og nú lendir á mínum egna tallerki.
Framúr.
Les meira her: Lýsing: Frá Kong Hans til Hilbert











