Leif Hansen, forseti í Kórsambandi Føroya
Jógvan Waagstein og Edward Mitens skrivaðu Ólavsøkukantatu í samband við 900 árahaldið fyri deyða Ólav Heilaga í 1930. Kantatan skuldi framførast á Tinghúsvøllinum, tá skrúðgongan kom aftur úr Havnar kirkju ólavsøkumorgun. Hetta er fyrsta tónleikaverk, sum beinleiðis er skrivað til tjóðarhátíðina. Tó at fyrsta framførslan endaði í ruðuleikanum á Tinghúsvøllinum ta árið, kom kantatan at geva kórtónleikinum ein sentralan leiklut í ólavsøkuhátíðini og harvið eisini í føroyska tjóðarsamleikanum.
Kórsangur og tjóðskaparkensla
Kring alt Evropa vóru í 1800-talinum kór stovnað, og fingu tey ein alstóran leiklut í almenna tónleikalívinum. Tann kórtónleikur, sum varð skrivaður til ríka kórumhvørvið fekk tó ongantíð nakran avgerandi tónleikasøguligan týdning. Kórtónleikurin kundi tó sum einki annað tónleikaslag knýta tónleikin saman við tjóðskaparkenslu. Tónasmiðirnir leitaðu sær, í rætta romantiska andanum, íblástur í nationala fólkatónleikinum, og hesin kom at fylla nógv í sangskránni hjá kórum kring Evropa. Í Eysturríki varð eitt skifti bann sett móti mannskórum, tí at hesi vóru hildin at verða ov tjóðskaparlig og tí ein hóttan móti einaveldinum.
Amerikanski tónleikaetnologurin Philip V. Bohlman sigur í einari av sínum bókum, at einki annað slag av tónleiki hevur sum kórsangurin sett tjóðina á tónleikaliga pallin: Kórsangurin er ein kropsliggerð av tjóðini, ein ímynd av homogenu tjóðini. Longu undir fronsku kollveltingini hevði kórsangur ein samlandi – og, ikki minst, ein samleikaskapandi leiklut. Tónleikurin varð fluttur úr konserthøllum út á torg og í parkir. Alt fólkið skuldi luttaka í framførslunum. Kórtónleikurin fekk eisini ein sosialsøguligan týdning. Vanligir borgarar fingu innlit í uppbyggjandi mentunarliga umhvørvið, sum tann borgaliga tónleikamentanin eisini bygdi á. Við at syngja í kóri fingu fólk, sum annars ikki fingust við tónleik, høvi at luttaka í smærri og størri tónleikaframførslur.
##med2##
Í einum føroyskum samanhangi er Ólavsøkukantatan hjá Jógvan Waagstein og tankin um eitt Føroyakór, við sangarum ú øllum landinum og ikki einans úr Havn, eitt gott dømi um hetta sama. Waagstein skrivar í fororðinum til prentaðu útgávuna av kantatuni, sum kom út í 1946, 16 ár eftir at hon varð skrivað: “Tað er mín vón, at tað so við og við koma góð manskór víða hvar um land okkara, og skuldi eg sett fram eitt ynski, var tað hetta, at tað fer at verða ein fastur siður, at hesi manskór á hvørjum ári undan Ólavsøku koma til Havnar og sum eitt Føroyakór syngja saman hesa kantatu.”
Fyrstu kórini í Føroyum vóru sett á stovn síðst í 19. øld, so kórsangurin var relativt nýggjur í Føroyum tá Waagstein skrivaði sína kantatu. Men eingin ivi er um, at søguligu fyrimyndinar úr Evropa hava havt ein leiklut. Fyrireikarnir av ólavsøkuni vistu ivaleyst, hvørjar eginleikar kórsangur hevði í einum slíkum hátíðarhaldi sum hesi árini meir og meir fekk karakter av tjóðarhátíð heldur enn ein stevna í Havn.
Thomas S. Anderssohn nevnir tó í bók síni um H.J. Højgaard (2003), at talan ikki var um eitt “Føroyakór” fyrr enn Højgaard tók við sum kórleiðari hjá Havnar sangfelagí 1953. Fram til tá hevði Havnar sangfelag staði fyri sanginum. Við Højgaard verður tað tað vanligt, at blandað kór, ístaðin fyri bara mannskór, syngur, og at sangskráin við tíðini bara inniheldur føroyskan tónleik.
Anderssohn sigur í bók síni, at fram til 1925 var størsti parturin av sangskránni hjá Havnar Sangfelag útlendskur, serliga skandinaviskur tónleikur. Av teimum 56 løgunum, sum sangfelagið hevði sungið í árunum 1904-1925, vóru bert teir átta føroyskir. Við kantatuni hjá Waagstein fekk føroyskur kórtónleikur vind í seglini. Føðilandsyrkinganar, sum vóru skrivaðar um aldarskiftið komu á sín sjálvsagda tónleikapall – tinghúsvøllurin á Ólavsøku. Løg og útsetingar vóru gjørdar og eitt føroykst repertoire varð hervið uppbygd.
96 ára gamli siðurin við sangi á Ólavsøku hevur enn sín týdning í dag. Omanfyri 300 sangarar hava seinnu árini mannað kórið. Ólavsøkukórið er hjá mongum eitt hædddarpunkt á hesi høgtíð. Kórsangur og ólavsøka er tann blandingin, sum fær kensluna av føroyskheit at blóma. Ein føroyskheit, sum nú í nærum 100 ár er givið til kennar gjøgnum kórsang á Ólavsøku.
##med3##
Kórleiðarar á ólavsøku (ikki fullfíggjað)
1930: Jógvan Waagstein – Ólavsøkukantatan (avbrotin í framførsluni)
1931: Jógvan Waagstein – Havnar sangfelag
1939: Jógvan Waagstein – Havnar sangfelag
1944: Gunnar Mikkelsen – Havnar sangfelag
1948: Gunnar Mikkelsen – Havnar sangfelag
1950: Gunnar Mikkelsen – Havnar sangfelag
1952: H.J. Højgaard og Gunnar Mikkelsen – Havnar sangfelag
1953: H.J. Højgaard – Sangarar úr øllum landinum
1960: Herluf Bertelsen
1961: H.J. Højgaard – Havnar sangfelag
1962: H.J. Højgaard – Havnar sangfelag
1963: Eingin sangur
1964: H.J Højgaard – Havnar sangfelag
1966: Ólavur Hátún – Útvarpskórið
1968: Ólavur Hátún – Útvarpskórið
1969: Ólavur Hátún – Útvarpskórið
1970: eingin sangur
1971: Karl Clausen
1972: Karl Clausen, Ólavur Hátún og Eilif Samuelsen
1973: eingin sangur (guðstænasta og skrúðgonga 30. juli)
1974: Ólavur Hátún – Havnarkórið
1977: Jóannes Nolsøe
1979: eingin sangur (guðstænasta og skrúðgonga 30. juli)
1980: Ólavur Hátún
1981: Ólavur Hátún
1982: Ólavur Hátún
1983: Jóannes Nolsøe – Kórsamband Føroya yvirtekur samskipan av kórsanginum á ólavsøku
1984: Ólavur Hátún (30.juli)
1985: Jóannes Nolsøe
1986: Ólavur Jøkladal og Ólavur Hátún
1987: Ólavur Hátún og Bjarni Restorff
1988: Sunleif Rasmussen og Ólavur Jøkladal
1989: Ólavur Hátún og Knút Olsen
1990: Pauli í Sandagerði og Zacharias Sørensen (30.juli)
1991: Ólavur Hátún
1992: Sunleif Rasmussen
1993: Heri Eysturlíð
1994: Pauli í Sandagerði og Zacharias Sørensen
1995: Ólavur Hátún
1996: Bjarni Restorff
1997: Heri Eysturlíð og Ólavur Hátún
1998: Ólavur Hátún
1999: Ólavur Hátún
2000: Sunleif Rasmussen
2001: Kári Bæk
2002: Knút Olsen
2003: Ólavur Hátún
2004: Pauli í Sandagerði
2005: Ólavur Hátún
2006: Ólavur Hátún
2007: Ólavur Hátún
2008: Sunleif Rasmussen
2009: Sunleif Rasmussen
2010: Ólavur Hátún
2011: Leif Hansen
2012: Leif Hansen
2013: Kári Bæk
2014: Kári Bæk
2015: Bjarni Restorff
2016: Ólavur Jøkladal
2017: Tóra Vestergaard
2018: Benjamin Gaasedal
2019: Símun Hammer
2020: Leif Hansen, Havnarkórið, einki felagskór vegna corona
2021: Bernhardur Wilkinson
2022: Hans Iversen
2023: Tóra Vestergaard
2024: Leif Hansen
2025: Pauli í Sandagerði













