Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Í Hällevik tók liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby móti liðnum hjá Mathiasi Hellisdal, Västerås SK.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Áki spældi allan dystin, og í 66. minutti fekk Martin debut fyri Mjällby. Átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Mathias kom á vøllin fyri útiliðið.
Mjällby hevði bóltin væl meira, og teir høvdu fleiri málroyndir enn útiliðið, men teir máttu taka til takkar við málleysum javnleiki.
Västerås er nummar sjey í deildini við 19 stigum. Mjällby hevur 17 stig á tíggjunda plássinum. Sirius er langt fremst við 32 stigum.
Týsdagin klokkan 17 skal Mjällby í eldin í Champions League undankappingini á fyrsta sinni. Tá taka teir á heimavølli móti meistarunum úr Gibraltar, Lincoln Red Imps.
Mjällby hevur eina greiða favorittstøðu, men Lincoln Red Imps hevur drúgvar royndir í Evropa.











