Yvir 100 hús brunnu: Gasfløskur gjørdu eldin eksplosivan

Samansetingin av drúgvum turki, vindi, tættari bygging og gasfløskum til grillir var orsøkin til, at stórur eldur breiddi seg so skjótt í Krokstadelva í Noregi

Meira enn 100 bústaðir eru lagdir í oyði eftir stóran eld í Krokstadelva nær Drammen í Noregi fríggjadagin.

 

Sambært norsku tilbúgvingarmyndugleikunum DSB er talan um størsta eldsbrunan av hesum slagnum í nýggjari norskari søgu.

 

– Hetta er størsti skrásetti eldsbrunin av hesum slagnum, sum vit í DSB kenna til í nýggjari tíð, sigur stjórin í DSB, Lars Jacob Hiim.

 

Eldurin kyknaði í einum øki við raðhúsum og breiddi seg skjótt orsakað av hita, drúgvum turki, vindi og tættari bygging.

 

Sambært sløkkiliðnum vóru gasfløskur, sum stóðu við húsini til grillir, eisini við til at gera eldin serliga harðan.

 

– Eldurin var eksplosivur, sigur deildarleiðarin í Drammens sløkkiliði, Calle Varfjell.

 

Brandstjórin í Drammen-økinum, Torgeir Andersen, er sjálvur millum tey, sum hava mist hús síni í eldinum.

 

– Okkara týdningarmesta uppgáva er nú at gera alt, vit kunnu, fyri at forða fyri, at henda vanlukkan gerst enn størri, sigur hann.

 

Hóast stóra oyðileggingina er eingin latið lív.

 

Í dag var tamarhald fingið á eldinum, men hann var enn ikki sløktur, og framvegis brennur í gróðrinum kring økið. Løgreglan kannar framvegis, hvussu eldurin kyknaði, men vísir aftur leysasøgum á sosialum miðlum um, at talan skuldi vera um yvirgang. Tað skrivar Ritzau.