HM: Ongland vann bronsu aft­an­á mál­rík­asta brons­u­dyst­in nakr­an­tíð

Kylian Mbappé er nú toppskjútti við 10 málum

Mynd: Ritzau Scanpix

Hetta gjørdist málríkasti HM-bronsudysturin nakrantíð. Í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958 vann Frakland 6-3 móti Vesturtýsklandi, og fáur mundi halda, at tað fór at vera sligið. Men tað bleiv tað so í kvøld, har Ongland og Frakland áttu hvør sín hálvleik.

 

Frakland var næstan ikki til staðar í fyrra hálvleiki, og megnaðu onglendingar at skora fýra ferðir í fyrra hálvleiki uttan nakað franskt aftursvar.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 1968, at Frakland hevur aftanfyri 0-4 í steðginum. Í 1968 kom tað fyri í einum EM-undankappingardysti móti Jugoslavia.

 

Fraklendingar vóru sum hamskiftir í seinna hálvleiki, og innanfyri 18 minuttir vendu teir 0-4 til 3-4, og nú var eldur í. Men so kom vatnbráið, ið gagnaðist Onglandi betri enn Fraklandi. Bukayo Saka fekk Ongland upp á 5-3 við einum brotssparki, ið fullførdi hattrick´ið hjá honum. Fraklendingar svaraðu aftur í yvirtíðini, og nú lúrdi javnleikur 5-5. Men við einum fantastiskum einmansavrkið syrgdi Jude Bellingham fyri, at Ongland vann 6-4 aftaná ein fantastiska undirhaldandi dyst, har verjuspælið ikki var nakað at reypa av, men undirhaldið var framúr.

 

Hetta er fyrsta HM-heiðursmerkið hjá Onglandi síðani HM-gullið á heimavølli í 1966. Og hetta er fyrstu ferð, at Ongland vinnur ein HM-bronsudyst. 

 

Ikki síðani Eysturríki vann 7-5 á Sveis í HM-fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Sveis í 1954 hava bæði liðini í einum HM-endaspælsdysti skotið so nógv mál. 

 

Kylian Mbappé skoraði tvey mál, og hann er nú toppskjútti við 10 málum. Lionel Messi hevur skotið átta mál, og hann fær høvið at skjóta fleiri mál í HM-finaluni í annaðkvøld. 

 

Í skrivandi stund er Kylian Mbappé við 22 HM-endaspælsmálum fremsti málskjúttin í søguni. Lionel Messi hevur skotið 21 HM-endaspælsmál. 

 

Kylian Mbappé er eisini tann fyrsti síðani vesturtýsku álopslegenduna, Gerd Müller (1945-2021), ið skorar 10 mál í einum HM-endaspælsdysti. Gerd Müller skoraði 10 mál fyri Vesturtýskland í HM-endaspælinum í Meksiko í 1970. Landsmaðurin hjá Kylian Mbappé, Just Fontaine (1933-2023) er tó framvegis tann einasti í søguni, ið hevur skotið 13 mál í einum HM-endaspæli. 

 

Frakland-Ongland 4-6 (0-4) - HM bronsudystur

0-1 Declan Rice ('3 )

0-2 Ezri Konsa ('18 )

0-3 Bukayo Saka ('37 )

0-4 Bukayo Saka ('45+1 )

1-4 Kylian Mbappe ('48 )

2-4 Bradley Barcola ('54 )

3-4 Kylian Mbappe ('66 )

3-5 Bukayo Saka, br. ('87 )

4-5 Ousmane Dembele ('90+6)

4-6 Jude Bellingham ('90+8)

 

HER  ber til at síggja málini frá ótrúliga bronsudystinum. 

 

HM-finalan millum Spania og Argentina verður leikt á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í annaðkvøld klokkan 20. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

 

Mynd: Ritzau Scanpix