Ein einstakur leikari, ið hevur tikið øll á bóli í U20 EM-endaspælinum í manshondbólti er bert 18 ára gamli lettlendski leikarin, Valdis Kalnins.
189 sentimetrar høgi leikarin hevur higartil skotið 93 mál í U20 EM-endaspælinum, ið er met. Lettland spælir síðsta plasseringsdystin móti Póllandi klokkan 7.30, og tá kann Valdis Kalnins runda tey 100 málini í hesum endaspælinum.
Í seinasta dystinum móti Serbia framdi Valdis Kalnins tað bragd at skjóta heili 20 mál upp á 27 málroyndir.
Valdis Kalnins hevur í teimum sjey dystunum Lettland hevur leikt í hesum endaspælinum skotið millum átta og 20 mál. Móti Norðurmakedonia skoraði hann 17 mál.
Á tí søguliga listanum við flest málum í einum U18 ella U20 EM-endaspæli er Óli Mittún við 80 málum í U18 EM-endaspælinum í 2022 tann fjórðbesti málskjúttin.
Flest mál í søguni hjá U20 og U18 EM-endaspølunum:
| Leikari | Endaspæl | Mál |
|---|---|---|
| Valdis Kalnins (Lettland) | U20 EM 2026 | 93 |
| Mait Patrail (Estland) | U18 EM 2006 | 84 |
| Mait Patrail (Estland) | U20 EM 2008 | 83 |
| Óli Mittun (Føroyar) | U18 EM 2022 | 80 |











