EHF European League: Her er bólkurin hjá Vali

Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi sleppa at royna seg í EHF European League

Komandi heyst skulu Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali royna seg í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Valur kom í innleiðandi bólk H. Mótstøðuliðini eru úr Ungarn, Slovenia og Danmark.

 

Bólkur H

 

  • MOL Tatabánya KC
  • Valur
  • RD LL Grosist Slovan
  • Mors-Thy Håndbold

 

Íslendski hondbóltsmiðilin, Handkastið metir hendan bólkin vera ein javnan og spennandi bólk. 

 

Áðrenn kappingarbyrjan í Íslandi og í EHF European League skal Valur ein túr til Føroya at spæla spennandi venjingardystir. 13.-16. august verður kappingin Wenzel Atlantic Cup í høllini við Tjarnir, har H71, GOG, THW Kiel og Valur skulu kappast.