Seinnapartin klokkan 12.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið seinasta dystin í EM-endaspælinum í Rumenia.
Tá fara Eysturríki og Føroyar at spæla um ellinta plássið.
Portalurin vísir dystin. Frásøgnin hoyrist á FM1.
Eysturríki hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á sigur til Eysturríki liggja millum 1,12 og 1,19.
Oddsini upp á javnleik - sum merkir longda leiktíð - liggja millum 12,00 og 14,25.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 6,00 og 8,00.
HER eru oddsini:
##med2##












